2020-09-19 09:59
Jóhan Eli L. Poulsen skrivar á Facebook:
Norðlýsið fer av Tvøroyri, frá bryggini við Naddoddaneystið í dag leygardagin 19.09. kl. 12-13 og kemur inn á kaiina í Sandvík um 15-16 tíðina, har stórt hátíðarhald verður á kaiini og í Ranhøll. Tað eru alt fólk, ið eru úr Sandvík ella ættaði beinleiðis úr Sandvík, ið manna bátin henda søguliga túr, har menn rógva frá fyrsta keypstaðnum við útihandli frá 1836, Tvøroyri og til gomlu bygdina Sandvík frá víkingatíð. Bygdin doyði út undir Svartadeyða mitt í 1300 talinum. Bygdin bleiv endurreist í 1816, tá í tvey ung pør búðsettist í Sandvík og 18. okt. í 1916 broytti bygdin navn frá Hvalvík til Sandvík eftir skaðagrindina í Sandvík.
Hesi fingu eftirkomarar og fleiri setti búgv har í bygdini og har varð og er ein rík mentan, ið gjøgnum rithøvundar og onnur er borðin út kring landið.
Av sonnum er tað ein søgulig hending, at menn rógva sama tein, sum forfedrar teirra hava róð so mangan fyrr við Norðlýsanum.
Tað verður hátíðarhildi á báðum støðum við hornorkestrinum, røðum, sangi og lutaseðlar vera seldir við nógvum góðum vinningum, sum stuðul til Norðlýsið m.a. ein málningur, sum tit kunnu síggja mynd av her og sum Torgir Strøm hevur málað.
Eisini verður ein góður bitið og okkurt afturvið at fáa í Ranhøll.
Minnist til, at hava eitt oyra við til lutaseðlar.
Møguleiki er eisini at melda seg inn í Hvalbiar Sóknar Fornminna- og Framtíðarfelag, ið er stuðulsfelag hjá Hvalbiar Sóknar Fornminna- og Kolasavnið.
Latið verður eisini hvørjum húski ein bókling, har fólk kunnu lesa meira um Norðlýsan.
??ll eru vælkomin og heitt verður á fólk um, at vísa varðsemi og hugsa um Kovid 19 - atlitini.
Vit gleða okkum nógv nú dagurin enduliga er upprunnin, har Norðlýsið kemur heima aftur í nýggjum fagrum búna til heimbygdina Sandvík og vakra neystið úr gróti og við flagtaki, ið Hvalbiar Sóknar Fornminna- og Framtíðarfelag hevur restaurerað og sum stendur so snotuligt og bíðar eftir Norðlýsinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald