JN

Ein lítil afturgongd í talinum av løntakarum

...

2014-04-14 17:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í januar vóru 23.703 løntakarar í Føroyum, tað er áleið tað sama sum undanfarnu tveir mánaðir. Hetta vísa árstíðarjavnaðu tølini.

Trendurin vísir at síðan mai 2012 hava tað verið um 23.700 løntakarar hvønn mánað, í løtuni vísir trendurin at tað hevur verið ein lítil afturgongd seinastu tríggjar mánaðirnar.

Stutt um árstíðarjavning og trendin
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í løntakarunum.

Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her

Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder