2014-04-10 03:40
Portal.fo skrivar: Um náttaratíð í kvøld boðaði politiið frá, at sóknast verður eftir 48 ára gamla Klæmint Eli Poulsen úr Havn.
Hann er síðst sæddur koyra eftir Kaldsbaksvegnum norðureftir í sínum Toyota Landcruiser í týskvøldið um 18 tíðina. Bilurin hevur nummarplátuna HP 037 og er gráur.
Klæmint Eli Poulsen er umleið 180 sentimetrar høgur, stuttkliptur og gráligt hár. Hann var í svørtum klæðum, seinast hann varð sæddur.
Klæmint Eli er klænur og eitt sindur spíkst andlit. Uppvaksin á Velbastaðvegnum og arbeiðir hjá Tórshavnar kommunu.
Tey sum hava sæð Klæmint Eli Poulsen ella bilin, skulu ringja til 351448.
Á hesi myndini sæst 48 ára gamla Klæmint Eli Poulsen og bilurin hjá honum. Myndin er trý ára gomul.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald