Mentan

Earth Hour í Fuglafirði

...

2018-03-21 16:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv úr Fuglafirði

Earth Hour í Fuglafirði

Minnist til endurskin og vestar um tit fara útum leygarkvøldið 24. mars millum kl. 20.30 og 21.30! Soleiðis ljóðar áheitanin úr Fuglafirði, haðani tey eisini minna á, at tað kundi verið skilagott at átt kertuljós inni hendan dagin.

Orsøkin til hetta er, at um allan heim fara privat fólk, fyritøkur, stovnar og kommunur leygardagin at sløkkja ljósið í ein tíma fyri at varpa ljós á umhvørvið. Earth Hour er eitt átak, sum WWF, "World Wildlife Fund", skipar fyri, og aftur í ár luttekur Fuglafjarðar kommuna eisini.

Leygardagin 24. mars frá kl. 20.30 til kl 21.30 verða gøtuljósini tískil sløkt í Fuglafjarðar kommunu, eins og onnur ljós, sum tað er ráðiligt at sløkkja, eisini verða sløkt, t.d. á havnalagnum og á vøllinum. Kommunan heitir eisini á allar borgarar, vinnufyritøkir og feløg í kommununi um at standa saman um hetta átak. Latið okkum sløkkja ljósið og birta vón.

Eisini verður ein hugnaløta í Fuglafjarðar kirkju kl. 20.30 við sálmasangi og vøkrum tónum frá klaveri og tvørfloytu. Kirkjan verður upplýst við kertuljósum einans, og av tí at gøtuljósini verða sløkt kl. 20.30 er best at koma í góðari tíð. Og, sum sagt, minnist til endurskin!

Av tí at Earth Hour í ár fellur á leygardagin fyri Pálmasunnudag, sum er konfirmatiónsdagur í Fuglafjarðar prestagjaldi, so verða helst fleiri, sum ikki hava møguleika fyri at sløkkja ljós og ovnar hendan tíman. Tað er væl skilligt. Onnur kunnu tó hugna sær og spæla, at tað er streymslit hendan tíman við t.d. brettspølum og kertuljósum. Størra endamálið hjá kommununi er tó at varpa ljós á veðurlagsbroytingar og ovurnýtslu, tí helst ber til at spara streym hjá flest øllum í gerandisdegnum, og harvið minka um streymnýtsluna her hjá okkum og vera við til at skapa einar grønari Føroyar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder