Ítróttur

Dysturin móti Malaga avlýstur

...

2014-03-04 18:27 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
FSF: ??tlaði venjingardysturin hjá føroyska landsliðnum móti spanska felagnum Malaga í morgin er avlýstur.

Eftir ætlan skuldi føroyska landsliðið, sum í løtuni er á venjingarlegu í Mijas í Suður-Spania, spæla venjingardyst móti spanska La Liga felagnum Malaga í morgin. Men hesin dystur er nú avlýstur, tí spanska fótbóltssambandið hevur sett forboð fyri, at dysturin verður spældur. Hetta var annar av tveimum dystum á venjingarleguni hjá landsliðnum, sum leygardagin jú vann 4-1 á Gibraltar.

Spanska landsliðið spælir í morgin nevnliga venjingardyst móti Italia á heimavølli, og spaniólar vilja ikki hava, at nakað annað landslið spælir dyst í Spania samstundis. Dysturin millum Føroyar og Malaga var annars avtalaður fyri rúmari tíð síðani, og tað eru altjóða góðkend umboðsfólk, ið hava tikið sær av at fingið dystin í lag. Men nú eru boð so komin frá spanska fótbóltssambandinum, at Føroyar og Malaga ikki sleppa at spæla í morgin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder