Mentan

Dýr, ið vit ikki geva ans, hava høvuðsleiklutin í summarframsýningini

...

2021-06-01 10:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tey eru allastaðni. Í okkara køksskápum. Í okkara dýnum. Enntá í okkara húð. Ryggleys dýr fylla 97 % av øllum livandi verum og er ein týðandi partur av vistskipan okkara, men vit skeinkja teimum sjálvdan ein tanka. Tað kann summarframsýningin í Norðurlandahúsinum møguliga broyta. Her leggur finski listabólkurin nabbteeri nevniliga dent á ryggleys dýr.

Nabbteeri er samansettur av listafólkunum Janne Nabb og Maria Teeri. Stórar stjørnur á alheims samtíðarlist pallinum. Tey hava m.a. sýnt fram á altjóða liststevnuni í Venesia, Venice Biennale, og fleiri stór listasøvn hava keypt verk frá teimum. Góða gongdin hjá nabbteeri stendst m.a. teirra heilt serstaka hátti at síggja og miðla heimin: Menniskjað hevur ikki tamarhald á umstøðunum, men er tvørturímóti bundin av teimum.

Í summarframsýningini Spectres er tað heldur ikki menniskjað, sum er í miðdeplinum, men tey ryggleysu dýrini, sum er heitið fyri øll dýr, ið ikki hava rygg. Til dømis eiturkoppar, flugur, hvalspýggj, sniglar, mottur, larvur osfr. Hesin bólkurin hevur høvuðsleiklutin og setur síni spor í eina rúgvu av verkum, tilfari og bráum. Vit verða m.a. møtt við ljósmundum, tóvirki, vatnlitum, myndhøgglist, readymades v.m., og ikki minst við deyðum smákyktum, sum m.a. eru funnin í Føroyum.

Saman siga verkini eina søgu um verur, ið vit sum oftast ikki geva okkum far um, men sum vit liva tætt saman við og ikki kunnu vera fyri uttan. Verur, ið eta, bíta, leggja støv eftir sær osfr. og, sum spæla ein týdningarmiklan leiklut í lívmargfeldinum.

Spectres verður at síggja frá 4. juni til 15. august í Norðurlandahúsi Føroya.

??ll eru vælkomin til setanina av framsýningini 4. juni kl. 15. Orsakað av korona støðuni er neyðugt at melda seg til á nlh.fo fyri at luttaka.

Listafólkini vera til staðar á degnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder