Mentan

Dynamit-sangir í Norðurlandahúsinum

...

2018-03-21 17:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað skuldi ikki borið til, men nú hendir tað: Dynamit-sangir verða spældir við fullum útblástri í Norðurlandahúsinum



Leygardagur 28. apríl verður ein søguligur dagur. Tá hendir nakað, sum eingin helt kundi lata seg gera. Tá verða Dynamit-sangir spældir við fullum útblástri í Norðurlandahúsinum í Havn.

Dynamit er eitt óynskt barn í føroyskum tónleiki. Teir verða ikki nevndir við einum orði í føroysku tónleikasøguni, ummælarar hava niðurgjørt teirra útgávur og framførslur, og eingin kundi funnið upp á at bjóða teimum við til tey fínu tiltøkini.

Men sangirnir hjá teimum liva millum fólk ??? ja, sum ongantíð áður. Grøv nummar 13, Til allar kvinnur, Ein vátur og kaldur drongur, Hví gongur Tom altíð skít?, Frensurin hjá ??la og Bangin.

Niclas Heri Jákupsson, oddamaður í Dynamit, er vertur fyri tiltakið »Vit vilja ongantíð doyggja«, sum verður í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 28. apríl. Niclas Heri fer at undirhalda við stuttligum søgum og øðrvísi eygleiðingum, og hann fer saman við bólki at framføra nakrar av kendastu Dynamit-sangunum í mentanarháborg Føroya.

Kvøldið verður merkt av hugna, skemti, undirhaldi og jaligari orku, og allir festligir føroyingar eru vælkomnir at verða við. Hetta er ongantíð hent áður og hendir neyvan aftur ??? tað verður ein uppliving fyri lívið!


Atgongumerki kunnu keypast á heimasíðuninlh.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder