2013-09-12 03:26
Jørgen Niclasen fíggjarmálaráðharri hevur verið á arbeiðsvitjan í Grønlandi at hitta starvsbróður sín Vittus Qujaukitsoq.
Fremsta málið við ferðini var at fáa í lag broytingar í verandi dupultskattaavtalu við Grønland. Tosað varð millum annað um skatting av persónum og fyritøkum.
Fíggjarmálaráðið metir, at verandi avtala ger, at føroyskar fyritøkur í Grønlandi ikki fáa kappast á jøvnum føti við fyritøkur úr øðrum londum, serliga úr Danmark, Noregi og Íslandi.
Á fundinum vórðu eisini umrøddir møguleikar fyri samstarvi á skattaøkinum annars og á búskaparskipanarøkinum.
Grønlendingar sýndu áhuga fyri føroysku skipanunum hjá Taks og Gjaldstovuni . Avtalað er, at grønlendski fíggjarmálaráðharrin kemur á arbeiðsvitjan í januar fyri at halda fram við tingingum um dupultskattaavtaluna og samstarv annars á felagsøkjum. Í tíðarskeiðinum verður arbeitt á embætisstigi at fyrireika samstarvið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald