2013-09-06 20:40
Grindin mól eina góða løtu á Taragrynnuni, sum er utfyri bátahylinum í Sandavági, tí tað var full fjøra, tá ið grindin kom á Sandavág.
Men drápið gekk væl, tað tók bara 6 minuttir, frá at fyrsti hvalurin varð skorin á háls, til alt var deytt.
Tað vóru nógvir bátar í drápinum, eisini var fitt av fólki á sandinum.
Vit meta grindina til 60-80 hval.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald