2014-05-09 20:36
Portal.fo skrivar:Eftir at vera dømdur sekur í drápsroynd og grovum harðskapi í gjár, komu nevningar og dómari í dag til ta avgerð, at dømdi maðurin skal í fongsul í átta ár. Og hann skal sita allan dómin - ella so nógv av honum, sum tað verður neyðugt. Dómurin er treytaleysur. Tað eru tó skipanir, sum hava við sær, at fongsulsrevsingin verður stytt, um viðkomandi heldur ávísar treytir.
Sostatt er punktum sett í eitt av størstu harðskapsmálum í Føroya Rætti í nýggjari tíð. Maðurin varð í gjár funnin sekur í at hava viljað gjørt av við eina unga kvinnu, og at hava framt serliga grovan harskap á trý onnur í juli í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald