Tíðindaskriv
frá Heilsumálaráðnum
Diabetesheildarætlan
fyri Føroyar handað landsstýrismanninum
Á samkomu í
Heilsumálaráðnum í morgun handaði ein arbeiðsbólkur Karsten Hansen, landsstýrismanninum
Diabetesheildarætlan fyri Føroyar.
??tlanin fevnir um týpu 1
og týpu 2 diabetes. Av tí at tey, ið hava týpu 1 diabetes, koma í eina fasta
skipan beinanvegin sjúkan verður staðfest, snýr ætlanin seg í høvuðsheitum um
týpu 2 diabetes.
Arbeiðsbólkurin hevur
sett fram fleiri tilmæli, sum hava til endamáls at betra um viðgerðardygdina,
soleiðis at tað sæst aftur í færri fylgisjúkum og sjúkrahúsinnleggingum. Millum
annað verður mælt til, at tey, ið hava sjúkuna týpa 2 diabetes, skulu verða
viðgjørd í nærumhvørvinum. Harumframt skulu teir truplu sjúklingarnar við týpu
2 diabetes framvegis verða viðgjørdir á Diabetesamblatoriinum á
Landssjúkrahúsinum. Hetta svarar eisini til rákið í londunum rundan um okkum,
har sjúklingar við týpa 2 diabetes verða viðgjørdir í nærumhvørvinum, meðan
sjúklingar við týpa 1 diabetes framvegis verða viðgjørdir á sjúkrahúsi.
Beinanvegin, tá Karsten
Hansen varð settur sum landsstýrismaður, sá hann tørvin á at fáa greinað alt
heilsuøkið við tí fyri eyga at kanna møguleikarnar fyri at finna aðrar og betri
loysnir at skipa økið. Diabetesheildarætlanin er partur av tí Heilsunýskipan,
sum arbeitt verður við í Heilsumálaráðnum, sum fer at verða viðgjørd í einum
aðalorðaskifti í Løgtinginum tíðliga í heyst. Tíðin er komin at lýsa
diabetesøkið av nýggjum, hetta til frama fyri borgarar og samfelagið sum heild,
sigur landsstýrismaðurin.
Sambært altjóða
hagtølum yvir sjúkuna týpa 2 diabetes sæst, at talið á teimum, ið fáa sjúkuna,
veksur í stórum bæði her heima og runt alla verðina. Hetta vísir, at tað er í
tøkum tíma, at diabetesøkið verður tikið upp til viðgerðar, og at økið verður
skipað í fastar rammur. Vandin fyri fylgisjúkum er stórur, um tey ið fáa
sjúkuna ikki beinanvegin, sjúkan verður staðfest, áhaldandi fáa hjálp og
ráðgeving í, hvussu til ber at fáa ein góðan lívsstíl.
Landsstýrismaðurin
sigur, at øll, ið fáa sjúkuna týpa 2 diabetes, skulu hava sama rætt til viðgerð
og eingin ivi skal vera um, hvagar tey skulu venda sær við sjúkuni. ??ll skulu
hava sama møguleika fyri viðgerð og vegleiðing um sjúkuna, hvar í landinum tey
búgva. Málið hjá landsstýrismanninum er, at sjúklingarnir skulu kunna livað
eitt virkið og gott lív og kunna verða á arbeiðsmarknaðinum sum longst.
Til ber at tálma
sjúkuna við kosti og kropsligari rørslu, tí eigur fyribyrgjandi arbeiðið at
vera sjónskt í samfelagnum, sum ein natúrligur partur av gerandisdegnum. Við
góðari viðgerð og ráðgeving ber annaðhvørt til at fyribyrgja, at diabetes
yvirhøvur brýtur út ella í øðrum lagi at útskjóta diagnosuna í nøkur ár.
Heilsumálaráðið, 25. juli 2013
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald