Vinna

Depilin tvífalt so nógv kømur

...

2013-08-05 22:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Depilin í Skálavík hevur síðstu mánaðirnar verið undir útbygging. Nýggj kamarslon er bygd, sum tvífaldar talið á hotelkømrum, úr 12 til 24 kømur, umframt at nýggj íbúð er gjørd. Tað er Bulur sum hevur staðið fyri timburpartinum umframt at lokalir undirveitarar á Sandoynni hava tikið sær av restini av arbeiðinum.

??tbyggingin betrar munandi um tænastuna sum Depilin kann bjóða okkara gestum framyvir, siga Heðin og Rúna Lamhauge, sum eru leiðslupar á Deplinum.

Síðani Depilin var tikin í nýtslu í juni 2011 hevur stórur vøkstur verið í talinum av teimum vitjandi; bæði frá ferðafólki og frá størri bólkum.

Ferðafólkini hava í stóran mun verið føroyskar familjur, sum hava valt at koma til tann familjuvinarliga Depilin í Skálavík. Okkara tilboð til føroysku familjuna eru mong og fjølbroytt, og er tað okkara endamál, at familjan skal føla seg heima hjá okkum og hava tað hugnaligt. Og ikki minst skal tað verða stuttligt og minniligt hjá børnunum at verða her siga Heðin og Rúna.

Teir størri bólkarnir sum hava vitja Depilin hava higartil verið vinnufyritøkur, stovnar, familjur og bólkar frá kirkjum og samkomum í Føroyum. Depilin hevur góðar og nútímans umstøður at hýsa slíkum bólkum, sum hava tørv á eitt nú starvsfólkadøgum, fundarvirksemi ella veitslum.

Nú ið Depilin hevur økt munandi um talið á kømrum, kunnu vit hýsa munandi størri tal av gestum. Serliga síggja vit at stórur fyrimunur verður hjá teimum størri bólkunum, sum vitja Depilin. Har kunnu vit so nú bjóða 24 kømur, har flest øll kømrini hava dupultsengur, men eisini møguleika til 2 eyka sengur á hvørjum kamari. Samanlagt kunnu 96 fólk sova á Deplinum.

Vit hava síðani Depilin lat upp og til í dag fingið sera góðar afturmeldingar frá okkara vitjandi gestum. Hetta eru vit sera takksom fyri og vilja vit takka øllum teimum sum higartil hava vitja Depilin. Hetta gevur okkum áræði at víðarimenna tænasturnar á Deplinum, soleiðis at okkara gestir altíð skulu føla seg at fáa eina so góða tænastu sum gjørligt.

Við útbyggingini síggja vit nú fram til at bjóða enn betri og størri karmar við sama endamálinum sum Depilin hevur havt síðani byrjan, sum er "at veita styrki og íblástur til alt menniskjað", siga leiðsluparið Rùna og Heðin Lamhauge at enda.

Tað er Immanuel Grunnurin sum var stovnaður við gávu frá Eiler og Beintu Háberg Jacobsen, sum eigur Depilin í Skálavík.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder