Mentan

Demenssamskiparaútbúgving av bakkastokki

...

2020-09-21 12:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Á sjálvum altjóða Alzheimersdegnum 21. september 2020 beyð Jóngerð Guttesen, leiðari í Roðanum, luttakarunum á demenssamskiparaútbúgvingini vælkomnum. Tað eru Roðin, økistænastan á Skálafjørðinum og Noroyðar bú- og heimatænata, sum skipa fyri útbúgvingini. Høvuðsundirvísari og høvuðsveitari av útbúgvingini er Birgitte Vølund, sjúkrarøktarfrøðingur og Master i gerontologi. Birgitte er kend innan demensundirvísing í Føroyum. Hon hevur undirvíst, so at siga, øllum demenssamskiparum í Føroyum.

22 starvsfólk innan eldrarøktina luttaka í undirvísingini. Meginparturin eru starvsfólk í Roðanum og í Norðoyar bú ??? og heimatænastu. Nøkur eru úr VEKS, Nánd og Almannaverkinum.

Tað finnast nógv hagtøl um Alzheimer, og í nógvum førum er stór óvissa, tí tað kann ganga leingi áðrenn fólk fáa diagnosuna. Altjóða Alzheimerfelagið - Alzheimer's Disease International - metir, at 49 milliónir fólk í heiminum hava okkurt slag av demenssjúku ella minnissvinni.Hesi tøl eru frá 2019.

Tað eru ræðandi forsøgnir fyri demenssjúkum. Altjóða Alzheimerfelagið metir, at tað fara at vera 75 milliónir fólk í heiminum við minnissvinni í 2030 og heili 130 milliónir í 2050.

Størsti parturin av demensumsorgan og tilboðum í Føroyum liggja í nærumhvørvinum hjá borgarunum og verða í stórstan mun, í dag, fyrisitin av kommunalu samstarvsøkjunum.

Demens er vitunartungt og ymiskar eru avbjóðingarnar í arbeiðnum innan demensrøkt. Tað setir stór krøv til samskipanina av teim ymsu átøkunum og hjálpini, sum einstaka borgaranum og hansara avvarðandi tørvar - hvørt tað so er heima, á dagtilhaldi ella á røktarheimi.

Tí er umráðandi at tryggja, at allir borgarar í samfelagnum fáa somu atgongd til hesa vitan, og at tey tilboð og fyriskipanir, sum eru, verða bygd á holla og nútímans vitan. Við júst hesi útbúgving verður vitanin styrkt.

Menningin innan demensøkið verður við hesum økt munandi og er hetta eitt átak, sum prógvar, at kommunala raðfestingin á hesum økinum, er at veita borgarunum við demens eitt dygdargott røktar- og viðgerðartilboð. Roðin økistænastan og Norðoyar bú- og heimatænasta vilja við hesum tryggja eitt høgt fakligt støði bygt á ta vitunargrundarlag, sum finst, og sum allatíðina er í tráð við ta menning, sum fer fram á demensøkinum.

Tað týdningarmesta er, at luttakararnir fáa amboð og førleikar, sum koma teimum demensraktu, teirra familjum og kommununum tilgóðar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder