Mentan

Dansivinaligt romantiskt summarlag

...

2018-06-20 21:04 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyrsta staklagið frá leingi væntaðu fløguni ???Handan stjørnurnar??? við tónleiki eftir ELINA BRIMHEIMHEINESEN hevur heitið ???Søti mín??? og kemur út 22. juni 2018. 

ELIN BRIMHEIM HEINESEN er føroysk songkvinna og sangskrivari, sum hevur verið virkin á føroyskatónleikapallinum síðani mitt í 70???unum. Elin er kanska mest kend sum onnur helvtin av NALJA, sumsíðst í 80???unum gav út eitt kassettuband við væl umtóktum løgum sum ???Á, tann deiliga Havn???,???Sjeikurin??? og ???Eitt dýpi av dýrari tíð???. 

Hóast Elin leingi hevur verið virkin sum tónleikari, hevur hon higartil einans tvær útgávur á baki: NALJAsaman við Kára Linderoth Jacobsen í 1988, har tey skrivaðu fimm løg hvør, og so útgávuna ???Yndisløg ???Ein ferð aftur í farnar tíðir??? saman við Ad Libitum, sum kom í 2010 við kendum evergreens. 

Leingi væntaða fløgan ???Handan stjørnurnar??? við 12 løgum hjá Elini er í roynd og veru tann fyrstafløgan, hon gevur út sum einstaklingur. Fløgan kemur á marknaðin leygardagin 7. juli 2018. Fyrstastaklagið av fløguni hevur heitið ???Søti mín??? og verður slept fríggjadagin 22. juni 2018. 

Fyrsta staklagið av fløguni ???Handan stjørnurnar??? 

Staklagið ???Søti mín??? er eitt dansivinaligt blueslag við ferð á, 4 minuttir og 30 sekundir til longdar,spælt í einum stíli, sum fólk kanska ikki vænta frá Elin???sa síðu. Men Elin sang bæði blues og jazz í sínum ungu døgum, so fyri hana er tað ikki fremmant at syngja blues. Hentze Horns spælaútsetingina fyri blásiljóðføri, sum Arnold Ludvig hevur gjørt. 

Lagið skrivaði Elin, tá hon og (tá komandi, nú fyrrverandi) maður hennara júst vóru flutt saman. Sumskilst á sangtekstinum, vóru tey rættiliga forelskað.??? Forelskilsi kveikir ofta til skapandi virksemi og gav mær íblástur til henda kærleikssang, sigur Elin ogheldur fram: ??? Tá eg skrivaði lagið, sum bæði er romantiskt og kanska eitt sindur smáerotiskt,ímyndaði eg mær okkum bæði einsamøll, púra burturi í hvørjum øðrum í einum tøttum dansi, hareinki annað er til uttan tað, vit sansa her og nú. Hugsaði, at hetta lagið hóskar seg væl at lurta eftir ogdansa til júst hesa árstíðina, har summarsins ljósu nætur og litríki gróður rúsar okkum, og ástin oftafloymir millum fólk. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder