Fólkaheilsuráðið:
Tað eru so nógvar góðar orsøkir til at dansa. Ein av vegunum til gleði finnur tú á dansigólvinum. Tá vit dansa kunnu vit knýta okkum til onnur, lata frið falla á okkum og fáa kensluna av vælveru og stuttleika.
Ávirkan á kropp og sinn
Í ABC fyri sálarliga heilsu hava vit gjøgnum seinastu árini ofta heitt á fólk um at koyra sín yndis tónleik hart frá, og dansa eins og eingin sær ein. Tað hava vit gjørt, tí vit vita, at dansur kann hava jaliga ávirkan á bæði kropp og sinn. Nú kunnu vit avdúka, at vit hava fingið ein nýggjan samstarvsfelaga, í nevniliga leggur dent á júst hetta. Dansifrøði hevur tikið stig til at blíva partur av ABC fyri sálarliga heilsu og eru vit nú 25 samstarvsfelagar í verkætlanini.
Navnið Dansifrøði merkir ???dansigleði??? og er hettar í samsvar við boðskapin í ABC fyri sálarliga heilsu, tí tað er gleðin við at dansa, sum hevur so stóran týdning og ikki bert sjálvt kropsliga virksemi. Í Dansifrøði fært tú dansifrálæru á einum liði. Hettar merkir, at ístaðin fyri at dansa fyri teg sjálva/n heima í stovuni, lærir tú at dansa saman við øðrum, tú mennir tínar dansiførleikar og ert partur av einum felagsskapi og kann alt hettar vera við til at økja um gleðina fyri at dansa.
Nevndin í Dansifrøi fegnast um møguleikan at vera við í ABC fyri sálarliga heilsu. Tey ynskja at fáa fleiri børn, ung og vaksin at luttaka í dansifrálæru, tí tað er gott at dansa. Nevndin sigur soleiðis:
???Tá vit dansa, gerast vit løtt í sinni. Vit røra okkum, flenna og menna okkum, samstundis sum vit taka lut í einum góðum tryggum felagsskapi. Dansur hevur jaliga ávirkan á børn, ung og vaksin. Dansur hevur jaliga ávirkan á heilsuna. Dansur hevur jaliga ávirkan á rørslu og er við til at gera sambond millum fólk.???
Dansur sum fyribyrging
Umframt jaligu og heilsufremjandi ávirkanina, sum dansur kann hava á bæði kropsligu og sálarligu heilsuna, so leggur Dansifrøði eisini dent á fyribyrgjandi árinini:
???Tað er gott at børn, ung og vaksin duga at dansa, soleiðis at tey fara í dans heldur enn at fara í býin til at drekka rúsdrekka.???
50 ár á baki
Komandi ár verður felagið 50 ár. Dansifrøði vil vera við til at gera sálarligu heilsuna betri hjá føroyingum og vil samstundis vísa á, at dansifrøihøllin hjá felagnum kann nýtast til frálæru av dansi bæði fyri ung og gomul.
Fólkaheilsuráðið bjóðar Dansifrøði hjartaliga vælkomnum í samstarvið hjá ABC fyri sálarliga heilsu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald