2021-05-12 15:30
Dansibandsfestivalurin 2021 er farin framvið og festivalurin gjørdist tann størsti og nógv tann besti nakrantíð.
Smílandi andlit í stórt hundrað-tali frá fyrstu løtu til festivalurin endaði siga nógv - og eru okur takksom fyri stóra stuðulin !
Ikki minst eru okur takksom fyri hjálpina frá stóru fjøldini, sum hjálpti til í døgunum áðrenn festivalin, meðan festivalurin var og í døgunum eftir festivalin.
Dansibandsfestivalur verður aftur í Vági í døgunum 6. og 7. mai 2022 - og í næstum verður meiri at frætta um bæði orkestur, billettsølu, sølu av kampingplássum og mangt mangt annað.
Takk fyri í ár - okur gleða okkum til næsta ár.
Dansibandsfestivalurin í Vági
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald