Dansibandsfestivalur í Vági í vikuskiftinum
Í gjár, fríggjadagin 30. apríl, byrjar Dansibandsfestivalurin í Vági, sum í ár verður tann størsti nakrantíð. Vesturi á Eiðinum, eystanfyri og vestanfyri Vágs Høll, er ein heil bygd av kampingvognum, sum hava lagt leiðina til Vágs seinastu dagarnir.
Í gjár ámiddegi, kl. 12, var fyrsta tiltakið í Dansibandsfestivalinum, tá brunsj verður í VB-húsinum ??? og væntandi koma tað eini 4-500 fólk til brunsh.
Brunsh???urin helt áfram til kl. 14, tá ókeypis konsert var við Magna Christiansen á Eiðinum. Kl. 16 er line-dansur við Birgir og Hervør Samuelsen.
Eftir ein steðg, so er aftur eitt tiltak á skránni kl. 20 í gjárkvøldið, tá felagssangur suppa & breyð er á skránni og er hetta eitt tiltak, sum lokalu Hjalmar & Dagfinn standa fyri.
Kl. 22 fer Finnur Olsen at senda beinleiðis í Kringvarp Føroya frá Dansibandsfestivalinum.
Kl. 23 er so dansur í Vágs Høll, har Sunrise og Norrøna Dansband spæla til dansin.
Leygardagin byrjar við ókeypis gongutúri við ferðaleiðara ??? og møtt verður við Tríkantin á Sandinum. Kl. 14 er Dansibandsgudstænasta við Una Næs, dómprósti, og Magni Christiansen framførir eisini við gudstænastuna.
Kl. 15.30 er aftur linedansur við Birgir og Hervør Samuelsen.
Og kl. 19.30 byrjar helst føroya størsta grillkvøld, tá út við 400 fólk fara at njóta løtuna í Vágs Høll við grillaðum búffi, ovnbakaðum petit eplum, salati og sós. Sum vant verður eisini góður felagssangur, har harmonikur spæla undir.
Kl. 23 byrjar so dansurin leygarkvøldið, tá Hans Jacob & vinmenn og Fourmenh spæla til dansin.
Myndirnar tók Mortan Mortensen
Dansibandsfestivalurin í Vági
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald