Mentan

Danny og Lea í Løkshøll

...

2018-04-09 18:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í samband við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu verða sera nógv og ymisk tiltøk á skránni kring alla kommununa. Eisini vit í Løkshøll hava tiltøk, ið eru knýtt at mentanarvikuni.

Fríggjadagin 27. apríl kl. 20 verður konsert í Løkshøll, har Lea Kampmann fyri. Lea varð til FMA 2018 tilnevnd ársins songkvinna og ársins einstaklingur, eins og hon varð tilnevnd og vann heiðurin ársins útgáva, við útgávu sínari Common Blue. Lea Kampmann framførir vakran, dreymakendan, inniligan tónleik, ið manir fram leitandi tónar í eina fullfíggjaða ljóðmynd.

Frá tí inniliga flyta vit okkum so til tann ekspressiva, glaða, og sera vælsvingandi popptónleikin hjá Danny & the Veetos. Hvørt mannsbarn man kenna fyrsta orðið og stemma í, tá ???allright??? rungar úr lurtitólinum, og hareftir murra til Føroya kendastu trompetsolo. Bólkurin kom buldrandi inn á føroyska tónleikapallin fyri fáum árum síðani, og hevur síðan framleitt eina landaplágu fyri, og aðra eftir. Til Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu verða limirnir í bólkinum heintaðir inn úr ymsum herðashornum, og møguleiki verður tí at hoyra Danny & the Veetos í sterkastu útgávu.

Atgongumerki á einans kr. 200,- eru at fáa á www.loksholl.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder