Mentan

Danny & Ingi á Okkara Voxbotn

...

2021-08-14 20:14 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit lova, at tað verður lív í Vágsbotni, tá Danny og Ingi fara á pallin á Okkara Voxbotn. Danny úr vælumtókta bólkinum Danny and the Veetos, og Ingi sjálvstøðugur poppprinsur, sum ikki kann lata vera við at framleiða landaplágur. Set teir saman, so fært tú ís og sjokulátu samstundis ??? og tað er himmalskt.

Tí skulu áhoyrarar minnast til at hvíla ræddarvøddarnar væl áðrenn Voxbotn, tí røddin fær yvirtíð leygarkvøldið 21. august

Teir báðir fara sjálvandi at borðreiða við øllum teimum stóru hittunum, sum seinnu árini eru vorðin fólkaogn.


Frammanundan er greitt, at Sam Feldt, John Martin & Michel Zitron, Aura Dione, Sanne Salomonsen, Swangah, Signar & John, Branco, Amina, Mold, Troels og The Antonelli Orchestra fara á framføra fríggjadagin 20. august á Okkara Voxbotn


Leygardag eru higartil kunngjørd m.a. Robin Schulz, Christopher, Burhan G, Hanne Boel, The Antonelli Orchestra, Kim Hansen, Hanus G. Johansen, Eyðun & Terji, Páll Finnur Páll og Danny & Ingi.

Atgongumerki til Voxbotn 2020 fríggjadagin 20. august fáast á www.ebillett.fo.

Atgongumerki til Voxbotn 2021 leygardagin 21. august fáast á www.ebillett.fo, í Power í SMS, í Effo handlunum kring landið og á Kunningarstovuni í Havn fyri kr. 650,-


Prísurin hækkar mikudagin 18. august.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder