Ítróttur

Dann Fróðason spælt sín fyrsta dyst á 1. deild hjá 07Vestur

...

2016-06-29 21:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í 3-1 sigrinum á B71 í kvøld, fingu vit eisini gleðina av at síggja enn ein av okkara ungu taka stigið upp á besta liðið, tá 16-ára gamli Dann Fróðason fekk sínar fyrstu minuttir. Hjartaliga tillukku til Dann og familju hansara!


Bert 16 ár, 2 mánaðar og 2 dagar, fekk Dann Fróðason sína debut í dag, tá hann avloysti Gunleif í álopinum. Dann hevur veruliga víst sínar dygdir á unglingaliðinum og eisini á 2. liðið, umframt á U17-landsliðinum, har hann hevur havt fast pláss seinasta góða árið.

Dann spælir á miðjuni og í álopinum, og hevur bæði skjótleika, tekniskar førleikar, hædd, styrki og fótbóltshøvd til at bjóða av um plássini á 1. liðið okkara. So er bara at taka av, tá møguleikin kemur. Og vit vóna sjálvandi at tað fer at bera til. Góða eyðnu og enn eitt tillukku! - soleiðis skrivar 07Vestur í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder