Vinna

Dánial Hansen hevur fiskað 25.000 pund teir seinastu 8 dagarnar

...

2018-03-25 22:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Dánial Hansen í Miðvági er ein sonn fiskiklógv. Tað hevur ligið sera væl fyri hjá honum í vár, teir seinastu 8 dagarnar hevur hann verið úti hvønn dag og hevur tilsamans fiskað 25.000 pund, 7 dagar hevur hann verið einsamallur á báti, tann eina dagin var sonurin Andras við.

Í kvøld kom Dánial á Sørvág við 6.000 pundum, meginparturin var upsi.

Tóri Nielsen tók nakrar myndir í kvøld, tá Dánial kom á Sørvág við bátinum Anna Maria, sí myndirnar niðanfyri her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder