JN

Dagføring hjá in.fo órógvaði vevmáting

...

2014-02-26 16:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vevlistin kannar viðurskifti í samband við dagføring av heimasíðuni in.fo, sum hava við sær at hagtølini hjá hesi heimasíðu fyri seinastu tveir dagarnar ikki eru eftirfarandi.


Seinastu tveir dagarnar hava vitjanartølini hjá heimasíðuni in.fo upplivað ein ógvusligan vøkstur á Vevlistanumum. Málið varð kannað, so skjótt sum hetta gjørdist greitt. Í frágreiðing frá in.fo til Vevlistan, varð gjørt greitt at ein dagføring hevur verið á heimasíðuni frá tí gamla teljaranum hjá Google Analytics, til tann nýggja sokallaða Universal teljaran. Google Analytics er heimsins mest brúkta vevmátingarskipan, og er tænastan sum øll tøl hjá Vevlistanum byggja á.

Onkur viðurskifti í hesum skiftinum hjá in.fo hava havt við sær, at tølini tyktust hægri enn tey áttu. Tøkniligu viðurskiftini kannast enn, og in.fo er fyribils tikið av Vevlistanum, til viðurskiftini eru komin uppá pláss aftur. Vevlistin arbeiðir saman við in.fo um at rætta viðurskiftini.
Staðfestast kann, at tølini sum Vevlistin hevur fingið um in.fo seinastu tveir dagarnar ikki eru eftirfarandi.

Framyvir verða almennu hagtølini á Vevlistanum seinkaði við einum døgni. Hetta skal vera við til at tryggja, at alment sjónligu tølini eru so neyv sum gjørligt, sum altíð má vera hægsta raðfesting hjá Vevlistanum.

Vevlistin er ein tænasta, sum vísur vitjanartøl fyri ymsar føroyskar heimasíður, sum hava valt at knýta teirra Google Analytics tøl at tænastuni. ??ll tøl á Vevlistanum koma frá hesari óheftu tænastu, hvørs implementering allir kundar á Vevlistanum hava einsamalla ábyrgd av hvør sær.
Síðani Vevlistin varð stovnaður fyri skjótt trimum árum síðani, hava heilt fáir trupulleikar stungið seg upp, sum allir stavaðu frá uttanhýsis viðurskiftum. Í einari og hvørjari tøkniligari tænastu er tað ein sjálvfylgja, at trupulleikar við millumbilum stinga seg upp. Av tí at tílikir trupulleikar eru alment sjónligir á tænastuni hjá Vevlistanum, er tað av alstórum týdningi at teir verða rættaðir sum skjótast, ið er nakað sum Vevlistin so hvørt hevur megnað. Hesin førleikin er við til at tryggja trúvirðið á Vevlistanum, nú og framyvir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder