2018-06-21 14:59  
  
 Tíðindaskriv
Country & Blues Festivalurin hevur ásett dato fyri festivalin í 2019.Ongantíð fyrr hava so nógvir gestir vitjað Country & Blues Festivalin í Sørvági sum í ár. Festivalurin varð hildin í framúr góðum veðri og vi?? stórslignum konsertum. 
Við nýggju country-appini og støðugari upplýsing á country-síðuni á facebook hepnaðist at gera festivalin sjónligan í radaranum. 
Við metnógvum gestum og 180 kampingvognum er vikuskiftið farið afturum í øllum góðum. 
Onkrar broytingar vórðu gjørdar beint undan festivalinum, sum leiðslan fekk avgreitt, soleiðis at fólk mistu sum minst. 
Nú er greitt, nær næsti Country & Blues Festivalur verður hildin. Fyrireikararnir hava gjørt av, at festivalurin í 2019 verður hildin í døgunum 14.-15. juni 2019. 
Longu nú eru fólk farin at bíleggja pláss til kampingvognin til festivalin 2019. 
Tað skal gerast á mail [email protected]. 
Takk øll somul 
Nevndin í Country & Blues festivalinum 
Vit síggjast í Sørvági 2019
 
  
 
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald