2018-04-24 14:25

Christian í Grótinum siglir inn fullfermdur av svartkjafti, sum teir hava fiskað suður av Føroya Banka.
Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, tað eru nógv skip á feltinum, fitt av svartkjafti er at síggja og veðrið er gott.
Christian í Grótinum verður á Klaksvík seint í kvøld, har teir bíða til í morgin eftir landingartørni hjá Havsbrún, teir sleppa framat fyrrapartin í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald