Vinna

Christian í Grótinum siglir heim - leiðin heim er 630 fjórðingar

...

2018-02-27 14:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Christian í Grótinum, sum hevur fiskað svartkjaft í altjóða sjógvi vestur úr Írlandi, setti í morgun kós móti Føroyum fullfermdur av svartkjafti - 2.600 tons, sum teir skulu landa til Havsbrún, teir verða á Fuglafirði seinnapartin hósdagin.

Vit tosaðu við skiparan Páll Klein Rasmussen, hann segði at tað hevði verið hampuligt veður hendan túrin, teir hava gott veður nú á heimleiðini.

Páll segði at nógv norsk skip vóru á leiðini har teir royndu, eisini eru nøkur íslendsk skip har og nøkur er ávegis úr Íslandi. Donsk skip eru eisini ávegis á leiðini í altjóða sjógv vestur úr Írland. Skipini royna á uml. 53N og 16V, sum er umleið 230 fj. úr landi.

Vit hava kannað prísin á svartkjafti ymsa staðni.

Í Danmark er prísurin kr. 2,00 fyri kilo.

Í Norra er prísurin NOK. 2,30 fyri kilo, tað svarar til 1,75 FKR.

Í Íslandi er prísurin kr. 1,80 fyri kilo.

Í Føroyum er prísurin kr. 1,70 fyri kilo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder