Vinna

Christian í Grótinum siglir heim fullfermdur

...

2018-03-06 21:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Christian í Grótinum setti í morgun kós móti Føroyum við fullari last av svartkjafti - uml. 2.500 tons.

Vit á JN.fo tosaðu við skiparan Páll Klein Rasmussen í kvøld, hann segði, at nógvur svartkjaftur var at síggja har teir hava roynt, einar 220 fjórðiingar vestur úr Írlandi, svartkjafturin gekk spakuliga í ein landnyðring t.v.s. at um gongdin heldur á, so fer hann inn í ES-sjógv, men føroyingar hava eisini kvotu í ES-sjógvi.

Skiparin segði, at tað var góður svartkjaftur teir fingu, teir vóru smá tvey døgn á feltinum og gjørdu 6 tov.

Veðrið hevði verið ólagaligt vindferðin hevur ligið um 15-20 m/s, í kvøld høvdu teir gott veður, teir fara at sigla innanfyri Hebridurnar, so Páll roknaði við góðum veðri líka á Føroyar.

Teir verða á Fuglafirði seint hóskvøldið og sleppa framat at landa fríggjanáttina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder