Vinna

Christian í Grótinum og Tróndur í Gøtu landa í Fuglafirði

...

2014-03-31 23:56 Author image
placeholder

 Christian í Grótinum og Tróndur í Gøtu koma á Fuglafjørð við ávikavíst 1.800 og 400 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún í morgin.

Báðir hava roynt sunnanfyri í alttjóða sjógvi, men fiskiskapurin datt burtur í einki har suðuri. 

Men longuri norðuri einar 120 fj. í ein útsynning úr Akrabyrgi hava skipini rakt við svartkjaft, har hava verið Jupiter og 3 íslendsk skip, íslendska skipið Børkur fekk last og er ávegis til Neskaupstaðar at landa.

Eftir nýggja fiskiveiðusáttmálanum við ES, so kunnu føroysk skip frá í morgin veiða svartkjaft í ES-sjógvi og ES-skip í føroyskum sjógvi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder