Vinna

Finnur Fríði, Christian í Grótinum og Tróndur í Gøtu landa í Fuglafirði

...

2014-03-07 23:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Finnur Fríði, Christian í Grótinum og Tróndur í Gøtu eru á veg á Fuglafjørð at landa svartkjaft. Í løtuni landar Jupiter á Fuglafirði.

Finnur Fríði er í skrivandi stund júst komin á Fuglafjørð, teir hava 700 tons.

Christian í Grótinum verður á Fuglafirði millum kl. 19 og 20, teir hava eisini uml. 700 tons.

Tróndur í Gøtu kemur seint í kvøld, teir hava 2.000 tons. Skipini hava roynt so leingi, at fragast er at landa til Havsbrún, har veiðan verður gjørd til fiskamjøl.

Tað er sum í gomlum døgun á Fuglafirði, skipini liggja á redini og bíða eftir tørni at sleppa at landa - Jupiter landar nú, so skal Christian í Grótinum landa, aftaná Tróndur í Gøtu og Finnur Fríði sleppur framat seint leygarkvøldið.

Norðborg er eisini á veg inn.

??ll skipini hava roynt sunnast í føroyskum sjógvi ímóti markinum við ES. Fiskiskapurin minkaði niður í einki og veðrið verður eisini ólagaligt um vikuskiftið, so best var at koma inn hjá skipunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder