Vinna

Christian í Grótinum og Borgarin landa til Havsbrún

...

2018-12-03 18:47 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Borgarin, sum hevur roynt eftir svartkjafti sunnanfyri er áveg á Fuglafjørð við 400 tonsum av svartkjafti, teir brutu túrin av, tí teir høvdu onkrar trupulleikar, Borgarin verður á Fuglafirði seint í kvøld.

Eisini er Christian í Grótinum á veg á Fuglafjørð, teir skulu landa slógv til Havsbrún. Christian í Grótinum landaði fríggjakvøldið frystan makrel í Ánunum, síðan fóru teir út aftur at framleiða tað teir høvdu í tangunum, teir landa so slógv í kvøld og í morgin landa teir aftur tann frysta makrelin í Ánunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder