Vinna

Christian í Grótinum kemur á Fuglafjørð í kvøld

...

2018-03-16 16:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Christian í Grótinum kemur á Fuglafjørð tíðliga í kvøld, teir fóru fyri løtu síðan norður ígjógnum Vestmannasund.

Christian í Grótinum hevur fulla last av svartkjafti, sum teir hava fiskað í altjóða sjógvi góðar 200 fjórðingar vestur úr Írlandi.

Í løtuni landar Høgaberg til Havsbrún, teir verða liðnir seint í kvøld, tá sleppir Christian í Grótinum framat.

Vit tosaðu við skiparan á Christian í Grótinum fyri løtu síðan, hann roknaði við, at um alt gekk væl, so fóru teir nýggjan túr leygarkvøldið.

Páll Klein Rasmussen segði, at veðrið hevði verið sera ófantaligt tað seinasta døgnið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder