2016-11-12 09:28
Christian í Grótinum, sum hevur roynt í ES-sjógvi í ein landsynning úr Hetlandi, fór í nátt at sigla heim við 730 tonsum av makreli, sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði, teir verða á Fuglafirði kl. 21 í kvøld.
Í løtuni landar Fagraberg í Fuglafirði, Christian í Grótinum sleppir framat í nátt, tá ið liðugt er at landa Fagraberg.
Vit tosaðu umborð í morgun, Páll Klein Rasmussen skipari segði, at nú var makrelkvotan uppfiskað fyri í ár, teir fara nú á svartkjaftaveiðu - svartkjaftafiskiskapurin plagar at taka seg upp um hesa tíðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald