JN

Christian í Grótinum fullfermdur eftir 40 tímar á feltinum

...

2014-04-11 01:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Christian í Grótinum, sum hendan túrin hevur roynt í ES-sjógvi stutt vestur úr St. Kilda, hevur havt rokfiskiskap, teir fyltu skipið eftir 40 tímum - nú teir sigla inn hava teir 2.000 tons av svartkjafti.

Christian í Grótinum verður á Klaksvík tíðliga í morgin, teir skulu landa á Fuglafirði, men sleppa ikki framat fyrrenn seinnapartin í morgin.

Tað hevur verið gott veður á leiðini vestur úr St. Kilda, nú teir fóru at sigla komu 3 norsk skip á feltið, annars vóru bara Christian í Grótinum og nøkur ES-skip á feltinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder