Hann er av kurdiskum uppruna, men hann er uppvaksin í Danmark, og síðani 2004 hevur hann verið ein av størstu poppstjørnunum á danska tónleikapallinum.
Burhan G hevur sungið og framleitt sangir, sum hava verið á tónatindunum, og hann hevur samstarvað um gylt hitt við eitt nú Nik & Jay og Medinu.
Nú kemur Burhan G so á fyrstan sinni til Føroya at framføra, og tað verður við fullum útblástri við bólki og øllum hittunum.
Hitt eftir hitt
Burhan G fekk sítt gjøgnumbrot í 2004 við fyrstu fløguútgávuni. Hann vann í 2005 eina heiðursløn á Danish Music Awards fyri at verða besta nýggja navn í donskum tónleiki og varð tilnevndu til aðrar heiðurslønir.
Síðani hevur hann givið tríggjar fløgur afturat út, og tann sjálvnevnda ???Burhan G??? frá 2010 fekk fýradupult platin fyri sølu ??? ein veruligur stórseljari.
Størstu hittini hjá Burhan G eru sangirnir Din For Evigt, Søvnløs, Mest Ondt, sum hann syngur saman við Medinu, Tættere På Himlen, sum hann syngur saman við Nik & Jay, og endurinnspælingin av sanginum Jeg I Live.
Burhan G syngur melodiøsan popptónleik, sum er nær tengdur at R&B. Hann skrivar sjálvir sangir, er við í framleiðlsu av tónleiki, og er fram um alt annað kendur sum ein framúr góður sangari.
- Burhan G spælir góðan og melodiøsan popptónleik, sum riggar væl til Summar Festivalin, og vit eru sera fegin um at bjóða hann á Vágsbøi í ár, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyrireikarunum av Summar Festivalinum.
Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald