Kvinnukórið Usmifka vitjar í Føroyum hin 20.-24. juni og fer at hava tríggjar konsertir í samstarvi við millum onnur Vágakórið og KATA
Orðið ???usmifka??? er bulgarskt og merkir ???smíl???, men er samstundis eisini heitið á einum kvinnukóri úr Keypmannahavn, ið hevur spesialiserað seg í bulgarskum kórtónleiki.
Við sær á ferðini hevur kórið bæði gamlar bulgarskar fólkasangir, modernaðar útsetingar og heilt nýggjan norðurlendskan kompositiónstónleik, ið ongantíð áður hevur verið framførdur í Føroyum.
Bindiliðið er føroyska Katrina Petersen
Kórleiðari hjá Usmifka, føroyska Katrina Petersen, er ítøkiliga bindiliðið millum bulgarsku, donsku og føroysku mentaninar, ið verða umboðaðar á konsertunum. Eisini er hon bindiliðið millum kvinnukórið Usmifka, Vágakórið og KATA.
Katrina byrjaði nevnliga í sínari tíð upprunaliga sum sangari í Usmifka í Keypmannahavn, áðrenn hon seinni gjørdist kórleiðari hjá kórinum. Eisini var Katrina við til at byrja vokalbólkin KATA, tá hon búði í Føroyum í 2007, líkasum hon eisini í einum longri tíðarskeiði hevur virkað sum undirvísari og kórleiðari hjá Vágakórinum.
Tríggjar konsertir í viku 25
Kvinnukórið Usmifka hevur tríggjar konsertir á síni Føroyaferð:
· Hósdagin 21. juni kl. 19.30 í Mi???vágs kirkju saman við Vágakórinum (ókeypis)
· Fríggjadagin 22. juni kl. 22.00 í Blábar i Tórshavn (ókeypis)
· Sunnudagin 24. juni kl. 14.00 í Norðurlandahúsinum í Tórshavn saman við vokalbólkinum KATA (atgongumerki 120,-).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald