JN

Brúkaraprístalið er lækkað 1,7 prosent seinasta árið

...

2014-04-11 23:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Frá fyrsta ársfjórðingi í fjør til fyrsta ársfjórðing í ár er brúkaraprístalið farið 1,7 prosent niður.
Tað eru príslækkingar í nýtslubólkinum býli, sum hava ávirkað brúkaraprístalið mest seinasta árið. Rentan á íbúðalánum er farin 21,5 prosent niður, og prísurin á brenniolju til húsarhald er lækkaður 3,8 prosent. Samanlagt er býliskostnaðurin farin 7,9 prosent niður.
Prísirnir eru eisini lækkaðir í fleiri øðrum nýtslubólkum. Klædnaprísirnir eru lækkaðir 2 prosent, samskiftisprísirnir eru farnir 2,3 prosent niður, og príslækkingin í nýtslubólkinum ymiskar vørur og tænastur hevur verið 3,7 prosent.
Mesti prísvøkstur seinasta árið hevur verið í nýtslubólkinum hotel og matveitarar, 1,7 prosent.
Prísirnir á mati og drekka - samanlagt - hava so at siga staðið í stað seinasta árið. Fruktprísirnir eru farnir 3,2 prosent upp og grønmetiprísirnir 1,3 prosent upp, meðan kaffi er blivið 6,9 prosent bíligari.

0,2 prosent niður seinasta ársfjórðingin
Frá fjórða ársfjórðingi í fjør til fyrsta ársfjórðing í ár er brúkaraprístalið lækkað 0,2 prosent.
Mesta príslækking seinasta ársfjórðingin hevur verið í nýtslubólkunum klædnavørur og fótbúnaður, sum er lækkað 2 prosent, og býli, sum er lækkað 1,6 prosent. Mesti prísvøksturin hevur verið í nýtslubólkinum innbúgv, húsbúnaður o.l., sum er hækkað 1,4 prosent.
Brúkaraprístalið er nú 119,2 samanborið við 119,4 fjórða ársfjórðing í 2013.



Fleiri tøl eru at finna í hagtalsgrunninum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder