JN

Brúkaraprístalið er lækkað 1,1 prosent seinasta árið

...

2013-10-10 16:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Frá triðja ársfjórðingi í fjør til triðja ársfjórðing í ár er brúkaraprístalið farið 1,1 prosent niður.

Tað eru príslækkingar í nýtslubólkinum býli, sum hava ávirkað brúkaraprístalið mest seinasta árið. Rentan á íbúðalánum er farin 7,9 prosent niður og prísurin á brenniolju til húsarhaldi 4,4 prosent. Hesar lækkingar eru tó mótvirkaðar av prísvøkstri á ravmagni upp á 3,2 prosent. Samanlagt er býliskostnaðurin farin 3,2 prosent niður.

Prísirnir eru eisini lækkaðir í fleiri øðrum nýtslubólkum. Samskiftisprísirnir eru farnir 3,8 prosent niður, og príslækkingin í nýtslubólkinum ymiskar vørur og tænastur hevur verið 2,8 prosent, serliga tí tryggingargjøld eru lækkað.

Mesti vøkstur seinasta árið hevur verið á klædnavørum og fótbúnaði, 0,8 prosent.
Árligi prísvøksturin á matvørum var 0,2 prosent. Tað eru serliga prísirnir á grønmeti, sum eru hækkaðir.

 


0,5 prosent niður seinasta ársfjórðingin
Frá øðrum til triðja ársfjórðing er brúkaraprístalið lækkað 0,5 prosent. 
Mesta príslækking seinasta ársfjórðingin hevur verið í nýtslubólkunum býli og ymiskar vørur og tænastur, sum eru farnir 2,4 prosent niður.  Eisini prísirnir á klædnavørum og samskifti eru lækkaðir. Mesti prísvøksturin hevur verið í nýtslubólkinum innbúgv, húsbúnaður o.l.

Brúkaraprístalið er nú 120,0 samanborið við 120,6 annan ársfjórðing í 2013.

 



Fleiri tøl eru at finna í Hagtalsgrunninum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder