"Brúdleyp við Gjógv - fyrsta útlendska brúdleypið í Sunda Kommunu"
Mánadagin, 2. august 2021, varð fyrsta útlendska parið nakrantíð vígt av Sunda Kommunu. Tað vóru Radka og Miroslav úr Kekkia, ið vórðu gift við Gjógv. Tað varREM??T Travel, ið samskipaði brúdleypið vv. staðseting, samskifti við Sundalagskommunu, myndatøku,o.s.fr. Aftaná brúdleypið bjóðaði Gjáargarður inn til eina privata receptión fyri nývígda parinum við gestum. Fyriskiparirnir úr REM??T Travel siga soleiðis um dagin: "Tað gjørdist ein heilt serligur dagur. Radka og Miroslav gjørdist sera heppin við veðrinum, og tey fingu eina ótrúliga vígslu úti við Queen Mary's Bench við Gjógv. Vit takka Sundalagskommunu fyri gott samskifti vv. fyriskipan, umframt Gjáargarð fyri eina hugnaliga receptión eftir brúdleypið." REM??T Traveler nýggj ferðaskrivstova í Føroyum, sum leggur seg eftir at fyriskipa heilt serstakar túrarar fyri ferðafólki, sum koma her um leiðir. "Vit ynskja altíð at vísa ferðafólki Føroyar frá tess vakrastu og mest sjarmerandi síðu. At giftast í føroysku náttúruni er ein heilt gandakend uppliving fyri flest fólk, so vit halda at fyriskipa serstakar vígslur í Føroyum passa sera væl inn í okkara konsept." Myndirnar eru fráOPHfoto.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald