Vinna

Brimil sleipar Stelk til lands

...

2018-12-31 11:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Stelkur fekk í nátt trupulleikar við gearinum, teir bóðu tí um hjálp, Brimil hevur sett fast á Stelk og sleipar hann á Runavík, teir verða á Runavík um 3-tíðina seinnapartin.

Teir fóru avstað 27 desember og høvdu nú teir máttu bróta túrin av 85.000 pund, mest upsi, tó eitt sindur av toski og hýsu eisini, Stelkur partrolar við Bak.

Skiparin á Stelki - Jóhan Eli L. Poulsen, hevur lagt hesi orð á Facebook í morgun:

Brimil veitir oss bjargandi hond,
nú stormurin fer yvir høv og lond.
Sjálvt á ársins síðsta degi,
veita teir hjálp við gleði.
Harrin signi skipara, manning og teirra verk,
lat hvíla yvir teir hond Hans sterk.

Mongum brestir ætlan.
Ongin veit á morgni at siga hvar hann á kvøldi gistir.
Ja fleiri eru orðatøkini ið passa inn til frágreiðingina um hesa myndina.
Brimil hevur sett á og togar okkum til lands nú ið vit sjálvur ikki megna at hava framdrift.
Hettar bleiv ein heldur syrgin endi, ella eisini byrjan av árinum. Men soleiðis er at hava við skip at gera, eg eri tó takksamur fyri tað ið Harrin gav í 2018 og veit at Hann signar okkum 2019.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder