2018-12-20 13:28

Sørvágstrolarin Brestir landar í Ánunum, teir hava roynt undir Føroyum.
Brestir hevur umleið 75 tons, meginparturin er svartkalvi, teir hava roynt mest eystanfyri hendan túrin, men hava eisini bæði verið vestan- og sunnanfyri.
Hin sørvágstrolarinn - Vesturleiki - kom á Havnina í nátt, teir høvdu onkrar tekniskar trupulleikar, sum skulu rættast á MEST.
Vesturleiki skal landa millum jóla og nýggjár, teir landa antin í Ánunum, ella møguliga á Snarfrost í Miðvági.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald