2017-10-20 20:25

Sørvágstrolarin Bresrir, sum hevur verið á svartkalvaveiðu við Føroyar, kom á Sørvág beint eftir middag, við 70 tonsum av svartkalva. Brestir plagar at landa í Ánunum, men um teir landa nú ella fara út aftur uttan at landa vita vit ikki í løtuni.
Áðrenn farið verður nýggjan túr, er okkurt smávegis smiðjuarbeiði, sum skal fáast frá hondini.
11 mans vóru við Bresri hendan túrin, skipari var Birgir Hansen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald