2016-02-12 19:52
Sørvágstrolarin Brestir er farin á Flemish Cap, teir loystu av Sørvági mikukvøldið 10. februar. Væntandi verða teir á fiskileið á Flemish Cap hósdagin í komandi viku.
Tað verða tveir føroyskir trolarar, sum koma at fiska toskakvotuna, sum føroyskir trolarar hava á Flemish Cap, hin trolarin verður Sjagaklettur úr Hvalba.
Vit hava frætt úr Hvalba, at Sjagaklettur helst verður kárur at fara fyrst í komandi viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald