Politikkur

Boykottið verður helst sett úr gildi í vikuni

...

2014-06-09 14:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Kringvarp Føroya skrivar:

Stríðið við ES tykist fáa sín enda, nú nakað bendir á, at handilsforðingarnar hjá ES verða tiknar aftur í hesari vikuni, sigur Vestergaard

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum sigur, at Maria Damanaki tekur undir við føroysku sildakvotuni, sum við vissu verður ásett í hesari vikuni.

Tað hevur drigið út at áseta sildakvotuna, tí landsstýrismaðurin hevur samráðst við Damanaki. Og nú eru tey komin á mál.

Jacob Vestergaard fer týsdagin ráðføra seg við uttanlandsnevndina, og hann vónar at fáa undirtøku fyri sínum ætlanum har.

Landsstýrismaðurin vil ikki siga, hvussu stór føroyska kvotan verður. Bara, at hon verður ikki eins stór sum í fjør, men hon verður heldur ikki so lítil, sum Føroyar áttu eftir gamla býtinum.

Handilsforðingarnar vóru settar í gildi tann 28. august í fjør. Løgmansskrivstovan segði í vikuni, at tað er trupult at meta um, hvussu nógv tiltøkini hava kostað føroysku vinnuni. Tað veldst um, hvussu nógv hevði verið flutt út til ES-marknaðin, um handilstiltøkini ikki høvdu verið, og metingar um prís.
Verða handilsforðingarnar tiknar aftur, verða gerðarrættarmálini, sum landsstýrið er farið undir, eisini tikin aftur.

Strandarlondini skulu aftur royna at finna eina sildasemju í heyst. Samráðingarnar verða tá í Føroyum, tí Føroyar hava formansskapin.

Hoyr samrøðuna í KVF:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder