JN

Bowls í Vágum

...

2014-03-11 20:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Kom og royn um Bowls er nakað fyri teg og møguliga alla familjuna.

Mikukvøldið 12 mars kl. 20 verður spælið víst fram í hølinum hjá ???Vágaskot???.

??ll eru hjartaliga vælkomin at royna spælið, og avtala venjingartíðir.

Stovnandi aðalfundur av felag verður eisini hetta kvøldið.

Hvat er Bowls?

Bowls verður spælt nógv uttanlands, bæði í Englandi og Danmark.

Sjálvt spælið minnir um Bowling og Curling. Tað eru 2 lið sum kappast.

Liðini kunnu vera alt frá 1 til 4 luttakarar á hvørjum liði.

Spælt verður á einum máttu, sum 13,5 metrar long og 2 metrar breið.

Bowls kann spælast av øllum aldursbólkum, t.d. kunnu vaksin og børn ??? ja, omman og ommusonurin vera á sama liði.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder