2018-12-20 15:38

Borgarin, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnast í føroyskum sjógvi, kemur á Fuglafjørð við 2.000 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún. Teir byrja at landa kl. 6 í kvøld.
Vit á JN.fo hava tosað við skiparan - John Leif Joensen - hann sigur, at teir nú hava fiskað alla svartkjaftakvotuna, teimum varð tillutað í ár.
Fleiri skip eru á svartkjaftafeltinum enn: Jupiter, Arctic Voyager, Tróndur í Gøtu, Høgiklettur, Høgaberg og Tummas T., umframt eitt grønlendskt og eitt russiskt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald