Borgarafundir um ferðavinnustrategi verður
Á Vatnsoyrum í kvøld, Í hølinum hjá Grant kl 20-22
Í skúlanum á Giljanesi, mikukvøldið 30. september kl. 19-22
Í skúlanum í Sørvági, mikukvøldið 7. oktober kl. 19-22.
Komandi tíðina fara vit at halda borgararfundir í øllum bygdunum í Vágum og í Mykinesi, har borgarin kann koma við íkasti og hugsanum um ferðavinnustrategi- og menning í økinum.
Á fundunum fer verkætlanarleiðarin at kunna um burðardygga ferðavinnumenning og leggja fram hugsanir um menning og strategi í økinum og biðja um íkast, hugsanir og hugskot frá íbúgvunum.
Eisini verður eitt umboð frá hvørjari bygd valt í ein fylgibólk, sum fer at fylgja strategi-arbeiðinum.
Orsakað av coronu, er neyðugt at melda til borgarafundirnar í seinasta lagi 2 dagar undan fundinum. Um ov nógv melda til, verður eyka fundur gjørdur.
Tilmelding á leinkjuniherella við at senda teldupost til[email protected]har tit kunna um navn, teldupost, telefon nummar og hvussu nógv úr húskinum taka lut.
Oda W. Andreasen
verkætlanarleiðari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald