Mentan

Bóndin á Nesinum verður 50 ár leygardagin

...

2020-07-16 09:08 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Leygardagin á Vestanstevnu verður bóndin á Giljanesi - Jákup Pauli í Eyðanstovu - 50 ár, føddur 18. juli í 1970.

Bóndin fer at halda stóran føðingardag, og eru øll vælkomin, uttan tjóvar og skurkar, sigur hann. Hann hevur slaktað ein tarv, sum fer á grillunar, nógvur annar góður viðserki verður eisini at fáa. Eisini verður okkurt gott at sløkkja sær tostan við. Opið hús verður frá klokkan 17 leygardagin á Vestanstevnu.

Jákup Pauli fór úr 9'inda flokki til skips, sum 15 ára gamal. Hann sigldi í 6 ár undir Føroyum, Íslandi, Grønlandi og í Barentshavinum. Eftir tað fór hann á bóndaskúla á Royndarstøðini í Kollafirði, tað tók 2 ár at læra á Royndarstøðini. Hann tók yvir garðin eftir pápa sín sum 23 ára gamal, hann hevur sostatt røkt garðin í 27 ár.

Á garðinum á Nesinum eru í løtuni 25 mjølkineyt og 25 ungneyt. Umframt neyt hevur bóndin eisini 100 áseyðir í Eyðanstovuhaganum.

Húskallurin Regin Dahl Lauritsen hjálpir Jákup Paula væl í tí dagliga.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder