Vinna

Bóndafelagið og ??ðalsfelagið skipa fyri fundi leygardagin

...

2019-01-07 23:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Felags limafundur


Bóndafelagið og ??ðalsfelagið hava gjørt av at hava felags limafund á Búnaðarstovuni í Kollafirði, leygardagin 12. januar kl 14.00.
Evni: Ferðavinna við atliti til vernd av náttúru og gongd í haga.

Endamál: Hvat siga limirnir.

Nógv kjak, bæði millum fólk og í politisku skipanini, hevur verið seinastu tíðina, um rættin at ferðast frítt í høgunum, hetta kemst av tí nógv øktu ferðsluni í náttúruni, serliga frá ferðavinnuni.

Hvat gera vit við hendan trupuleikan/ møguleikan?

Festarar og óðalsfólk varða av føroysku jørðini við rættindum og skyldum - hvussu fáa vit sum frægast burturúr?

Kunnu vit skipa okkum við felags leisti?

Møti fjøllment!

Vegna nevndirnar

Bóndafelag Føroya
Sigert Patursson
Tlf. 21 47 09
&

??ðalsfelagið
Niels T. Pedersen
Tlf. 58 84 44

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder