2014-03-11 20:13
Bókakafé við Trygva Danielsen á Býarbókasavninum Hóskvøldið 13. mars kl 19 verður aftur bókakafé á Býarbókasavninum. Gestur hesaferð, verður ungi rithøvundurin og tónleikarin Trygvi Danielsen, sum gav út sína fyrstu bók í fjør, The Absent Silver King, eitt savn av yrkingum, stuttsøgum og sangum. Í januar varð Trygvi heiðraður við Mentanarvirðisløn landsins til ungt listafólk. Hóskvøldið fer Trygvi, umframt at framføra, eisini at samrøða við Vónbjørt Vang um bókina og ymiskt annað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald