Gudrun Gaard skrivar á Facebook: Í ár eru liðin 150 ár, síðani Rasmus Rasmussen, eisini kendur sum Rasmus á Háskúlanum, varð føddur. Í tí sambandinum kemur út ævisøga, sum Guðrun Gaard hevur skrivað.
Tey flestu vita um Rasmus, at hann, saman við Símuni av Skarði, stovnaði Føroya Fólkaháskúla í 1899. Kanska færri vita, at hann eisini var skald, plantufrøðingur, politikari og fakfelagsskrivari. Bókin um hann leggur dent á at gera heilskapaða mynd av Rasmusi við øllum tí fjølbroytta virksemi, sum var so eyðkennandi fyri hansara lív. Fyrstu partarnir av bókini eru lívssøga, familjusøga og háskúlasøga. Síðani verður sagt frá øllum tí, sum hann granskaði, skrivaði og var virkin í og frá teimum avrikum, sum liggja eftir hann. Bókin byggir nógv á Rasmusar egnu frásagnir í dagbókum, greinum, notatbókum og brøvum. Rasmus hevði ein virknan penn, bæði tá ráddi um útgávu og eisini, tá hann skrivaði til sín sjálvs um hendingar og tankar í dagligdegnum. Sum siðvenja er, verður fundur á Føroya Fólkaháskúla , har Ingi Rasmussen í ár heldur røðuna, ólavsøkuaftan. Á fundinum verður bókin um Rasmus løgd fram, og møguleiki verður fyri at ogna sær signerað eintak av henni. Bókin fer at kosta 349 kr. í bókahandlunum, men fer við hetta serliga høvið at kosta 300 kr. Bókin kemur í bókahandlarnar hósdagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald