Mentan

Boð til listafólk: Kom og halt summarskeið

...

2020-05-29 17:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðurlandahúsið vil hervið bjóða øllum listafólki o.ø. athalda summarskeið fyri børnum og ungum í tíðarskeiðnum29. juni ??? 24. juli.

 Nú vit flest øll skulu vera heima í summar, og summarferian er longd við einariviku, fer Norðurlandahúsið at gera ein gamlan dreym til veruleika, og havaymiskt summarvirksemi til børn og ung.

Hevur tú eitt gott hugskot til eina verkstovu ella eitt skeið fyri til hesi? So vilNorðurlandahúsið sera fegið hoyra um tað. Allar listagreinar eru vælkomnarumframt annað virksemi (t.d. tøkni, politikkur osfr). Fyrimunur er, umverkstovan/skeiðið hevur ein norðurlendksan vinkul, men hetta kann tulkast serabreitt. 

Norðurlandahúsið letur samsýning til fyriskipararnar umframt høli og annað.

Meira kann lesast um treytir, umsóknarmannagongd o.a. áhttps://www.nlh.fo/events/summarskeid-2020/ 

Umsóknarfreistin er á midnátt 14. juni. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder